Kom, lívsins Andi, lívga okkum

Orð: Bessie Porter Head
Lag: Norman E. Johnson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: O breath of life

1. Kom, lívsins Andi, lívga okkum,
kom gev tú lív og nær nú ver.
Kom, lívsins Andi, reinsa okkum,
nú vit um orð títt savnast her.

2. Kom, Andans lot, kom boygg tú okkum,
vár tørv vit játta fyri tær.
Kom mynda okkum, so vit læra
at akta, tá tú sigur: „Far!“

3. Áh, hjarta brotið fyri okkum,
hjá tær vit hvíld og styrki fá
á trygga hellubotni, Kristus,
sum samkoman er grundað á.

4. Mín Frelsari, skal máttur vikna,
nú búnir akrar hvítir stá,
ímeðan mannaættin bíðar
og leingist eftir ljós at sjá?

FavoriteLoadingGoym tekstin