Kom nú, kom nú, kom og verð við

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Karin Hammer

1. Kom nú, kom nú, kom og verð við,
kom og verð við til Himmals!
Kom nú, kom nú, kom og verð við til Himna ljósa land.
Hvør tú enn ert,
hvat tú enn gert,
kom tú nú bert.
Kom nú, kom nú, kom og verð við til Himna ljósa land.

2. Øll, ja, øll vit vilja hava við,
vilja hava við til Himmals.
Øll, ja, øll vit vilja hava við til Himna ljósa land.
Faðir og móðir,
systir og bróðir,
smá og stór.
Øll, ja, øll vit vilja hava við til Himna ljósa land.

3. Jesus, Hann vil hava okkum við,
hava okkum við til Himmals.
Jesus, Hann vil hava okkum við til Himna ljósa land.
Hvør tú enn ert,
hvat tú enn gert,
kom tú nú bert.
Kom nú, kom nú, kom og verð við til Himna ljósa land.