Kom nú lítli mín

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Norskt fólkalag

Kom nú lítli mín set teg her,
lat okkum ferðast um víðu verð,
knæið er hestur, ið renna kann,
allar leiðirnar kennir hann.
Halt í faksið tú,
dík á hesin nú;
ríða vit um fjøllini at keypa abba stúv.

Hvør er hasin, ið stendur har,
hann eigur kýr og rúmligt far,
kanst tú kenna hann lítli mín?
Hatta er abbabeiggi tín.
Bið nú góðan dag.
Sig so honum tað,
at her kemur ferðafólk, hann er í góðum lag.

Hesin í fjósið setur hann,
upp sínar stovudyr letur hann.
“Set teg niður og fá tær mat,
her liggur drýlur og kjøt afturat.”
Sjálvurt fært tú tær,
situr erpin har,
tú spyrt bóndan, hvussu feitt og hvussu nógv hann skar.

Síðani fara við haðan ífrá,
abbabeiggi tín sigur tá
“Far so hóvliga, ríð so væl,
at ikki hesturin øðast skal.”
Tó tú díkir á,
gjøgnum gil og lág
ríður tú so harðliga, at eingin makan sá.

Omma letur upp glugga sín:
“Her kemur ommusonur mín;
aldri sá eg so prúðan mann,
fljótasta hesti ríður hann.”
Forvitin er frú:
“Hvagar ríður tí?”
“Ríði eg um fjøllini at keypa abba stú.”

Og tá ið stúgvurin keyptur er,
hava vit verið um víðu verð.
Nú er tími at venda við,
høvur títt hellir á vinstru lið.
Hvar er eyga títt,
hvar er oyra mítt?
Vís mær so á varrarnar, ið brosa eymt og blítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin