Kom nú til Jesus, drála tú ei

Orð: George F. Root
Týtt: Hans Christoffer Hansen

1. Kom nú til Jesus, drála tú ei,
Hann gjøgnum Orð Sítt vísir tær leið.
Lít bert á Hann og sig ikki nei,
Hann á teg kallar nú!

Niðurlag: Sáligt, sáligt verður møtið vist,
tá vit síggja Harran Jesus Krist!
Vit skulu savnast Himlinum í,
glað vit tá standa frí!

2. Latið tey smáu, segði Hann vist,
koma til Mín, til Frelsaran Krist!
Favn Hansar’ kasta teg í við lyst,
drála nú ei, men kom!

3. Hugsa tó um, at Hann er tær nær,
lýð tú Hans kall, Hann hjálpa vil tær.
Hygg, Hann nú veitrar tær eins og mær:
Kom tó, Mítt barn, o, kom!