Kom nú til Jesus, kom nú til Jesus

Týtt: Victor Danielsen

1. Kom nú til Jesus, kom nú til Jesus,
tú ófrelsta sál, kom til hann!
Hann krossin tunga bar,
doyði til at opna tær
eina keldu, sum reinsa teg kann!

Niðurlag:
Eg kom til Jesus, eg kom til Jesus,
mín sál er í tryggastu havn;
mín tunga byrði svann,
tá mítt hjarta leit á hann –
prís og æra til hansara navn!

2. Hví manst tú drála, hví manst tú drála?
Áh, nær vilt tú tó venda við?
Við skundi tíðin fer,
dagurin skjótt liðin er;
vilt tú doyggja uttan vón, uttan frið?

3. Náði er boðin, náði er boðin
til hvønn tann, ið kemur, og nú;
tí skuldin rindað varð,
tá ið Jesus krossin bar
fyri syndarar, slíkar sum tú.

4. Kom til ta keldu, kom til ta keldu,
sum smittaðu sál reinsa kann!
Hvønn ein hon reinan ger,
og tann kelda flýtur her –
sæli dagur, tá eg hana fann!

FavoriteLoadingGoym tekstin