Kom nú til Jesus, sál

Orð: John Murch Wigner
Lag: Frederick C. Maker
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Kom nú til Jesus, sál,
so eymt hann kallar teg,
níg við hans føtur nú
og stíg inn á hans veg.
Kærleiksfult bíðar hann
at geva frelsu, frið,
satt lív í hesi verð,
eitt heim í Himli við,
kom, kom, kom.

2. Kom nú til Jesus, sál,
og síggj hans særdu lið,
blóðið úr sárum hans
teg reinsar, gevur frið.
Minst, fyri teg hann leið
og rópti: „Alt er gjørt“,
Andan hann læt,
og frelsuverkið var fullført,
kom, kom kom.

3. Kom nú til Jesus, sál,
hvat enn ið byrðar teg.
Hoyr, hoyr hans eymu rødd:
„Legg alla sorg á meg!“
Ber tí bert tína sorg
og syndaskuld til hann,
tá allar ævir trygd
og sálarbót tú fann,
kom, kom, kom.

FavoriteLoadingGoym tekstin