Kom og far

Terji RasmussenKim Hansen
Orð: Terji Rasmussen
Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

Kom inn um gátt við mær. – Tú og eg
trína leikpallin í kvøld,
fløkjast í orðum,
fara djúpt inn í hvønn annan,
finna út av, hvørjum vit gerast av.

Ljós og vín og ein, tveir kossar,
tendra girndina hjá mær og kanska tær.

Kom inn í song við mær.
– Tú og eg skulu sigla millum løk,
finna hvønn annan, har ið vindar venda.
Eingin er her, bert tú og eg á ferð,
brátt ljósið sløkt og vínið uppi,
girndin nøktað – og eg vóni, tú fert heim.

Men tú ei rýmdi, – eg hekk upp á teg,
til deyðin tók mítt lív.
Ella var tað tú, ið drap meg júst tann dag,
tá eg meg brendi
og eydnan vendi?

FavoriteLoadingGoym tekstin