Kom og kvøð, meðan vónir gerast blíðar

Orð: Nyholm Debess
Lag: Danskt fólkalag

1. Kom og kvøð, meðan vónir gerast blíðar,
nú ið lívsløta tykist ljós og løtt.
Sjá um skørð, sjá um tindarnar so fríðar,
móti himninum peika fjøll so brøtt.
Altíð vakurt her er, antin sól ella gler
vinnur vald sær og fríðkar líð og berg.

2. Kom og kvøð, ver í huganum so glaður,
sum tá piltur til leik so fimur fer, –
har í spølni og gaman líður dagur,
løtan besta á foldum hetta er. –
Men tó ynskir hann har, gævi vaksin eg var,
so eg sýna fekk dirvi mítt og mátt.

3. Kom og kvøð, nú er vaksin vorðin drongur,
nú hann ber seg á mansligan hátt.
Enn eitt ynski, – ei dvølja kann hann longur,
trásjúkt hjarta vil vinna sigur brátt. –
“Góða søtasta tú, vilt tú hava meg nú?”
Svara ja gjørdu eyguni so blíð.

4. Kom og kvøð, nú tú sært tey sita saman,
og tey droyma so bjartan ungdómsdreym.
Nú er løtan at kvøða hátt í gaman,
til at teska tey lyfti heit og eym. –
“Altíð vera eg vil, sum tú elskar meg til!”
Gævi lagnan kann vera teimum góð.

FavoriteLoadingGoym tekstin