Kom og skoða Frelsara tín á knæ

Victor Danielsen
Lag: Thomas Dennis
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom og skoða Frelsara tín á knæ,
hans kvøl og sveitta hans,
kom og síggj hann hanga á krossins træ,
síggj hin hvassa tornakrans!

Niðurlag: Hann stillur sum lambið í deyðan fer
og gongur ta kvølfullu leið,
í tín stað sárini djúpu ber –
áh, menniskja, gloym tað ei!

2. Kom og síggj, hvat Frelsarin tola má –
alt hatur, háð og spott!
Tá teir tornakrýndan hann hyggja á,
teir háða hans kongamátt.

3. Hoyr, hvør sárt hann rópar í angist: Gud,
hví fórt tú frá mær nú?
Fyri tær at vinna ein sælan lut
hann toldi tað – hoyrir tú!

4. Hoyr, hvat orðið sigur tær: Hygg á hann,
sum heimsins syndir ber!
Og at hvør, sum trúgva vil, frelsast kann;
far, boð um hans náði ver!

FavoriteLoadingGoym tekstin