Kom, sæla stund, ið endar neyð og váða

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

1. Kom, sæla stund, ið endar neyð og váða,
kom, sæla stund, mær leingist eftir tær!
Kom, sæla stund, tá sál mín loyst skal skoða
tann flokk, sum heim er farin undan mær!

2. Náttin er myrk, og long er leið at ganga,
fótur mín snávað hevur manga ferð;
ólíka har, ið fagrar blómur anga,
og dagur aldri dimmist eins og her!

3. Faðir, tú veitst, hvat barni tínum tørvar,
fatar, tá eingin annar skilja kann;
grøða kanst tú, tá Satans óndu ørvar
særdu so meint, og myrkrið sigur vann.

4. Leið tú meg, Faðir, lær tú meg at bíða!
Sál mín er still, ert tú bert nær hjá mær,
til vit ein dag um perluportrið stíga;
kom, stund so sæl, mær leingist eftir tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin