Kom, sannleiks andi, vitni ber

Orð: Thomas Kingo
Lag 1: Gamalt føroyskt sálmalag
Lag 2: Kom, Halgi Andi, til oss her
Týtt: Jákup Dahl

1. Kom, sannleiks andi, vitni ber,
at Jesus Kristus lív várt er,
og at vit eina vita hann,
sum sálum várum bjarga kann.

2. Kom, ljósins andi, okkum leið,
so gøtan liggur vís og greið,
og burtur vit av trúargrund
ei fetið víkja nakra stund.

3. Ver, faðirs andi, okkum hjá
við himins dýrd, Guðs mildu náð,
veit okkum troyst, lýs okkum spor
og grein tú okkum lívsins orð!

FavoriteLoadingGoym tekstin