Kom sig, hvør er hesin frelsarin

Týtt: Árni Jacobsen

1. Kom sig, hvør er hesin frelsarin,
sum staðgongumaður er,
hvørs rødd er eins og vøtn so mong,
í hondum stjørnur ber?
Sum sólin, tá við kraft hon skínur,
hans ásjón lýsa man.
Kom sig, hvør er hesin frelsarin,
sum líka sín ei fann?

Niðurlag: Hann er dýrdarharri,
„Eg eri“ eitur hann.
Hann tann fyrsti og tann síðsti,
og hann byrjan, endi er.
Og navnið Undurfullur,
Friðarsonur er,
av sonnum faðirnavnið
í allar ævir ber!

2. Kom sig, hvør er hesin frelsarin,
sum talar til lamin, blind,
sum sigur: „Tak tína song og gakk,
tú reinsaður ert frá synd!“
Tey djúpu syndasár, sum bløða,
hann eina grøða kann.
Kom sig, hvør er hesin frelsarin,
sum líka sín ei fann?

FavoriteLoadingGoym tekstin