Kom, síggj Guds Lamb, áh, síggið hann

Orð: Joseph Hoskins
Lag: Daniel F. Auber
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, síggj Guds Lamb, áh, síggið hann
krossi á, krossi á!
Hans blóð har fyri okkum rann
krossi á, krossi á;
áh, hoyr, áh, hoyr hann rópa har:
Mín Gud, áh, hví fórt tú frá mær?
Ja, kom og síggj ta kvøl, hann bar
krossi á, krossi á!

2. Kom, síggj hans hendur negldar fast
krossin á, krossin á!
Í deyðanum hans hjarta brast
krossi á, krossi á;
og sólin misti ljós sítt tá,
ein døpur nátt á øllum lá,
og Jesus eina stríða má
krossi á, krossi á.

3. Upp lyftan har vár trúgv hann sær
krossin á, krossin á,
vár beiska kalik drekka har
krossi á, krossi á;
og jørðin skalv, og ljósið svann,
og Jesus stríddi út og vann,
skuld vára alla greiddi hann
krossi á, krossi á.

4. Hitt stóra verkið er nú gjørt
krossi á, krossi á;
mær lívið vann hitt stríðið stórt
krossi á, krossi á;
Guds Sonur móti Himli sær,
tað fullgjørt er! hann rópar har
og boygdi høvd og deyður var
krossi á, krossi á.

FavoriteLoadingGoym tekstin