Kom, sum tú ert, nú til Jesus

Orð: Thomas B. Barratt
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, sum tú ert, nú til Jesus,
sál, sum í vantrúgv er blind!
Blóðið, sum rann úr hans sárum,
reinsar frá allari synd.

Niðurlag: Legg teg í Frelsarans armar,
hvílu tær fá við hans bróst!
Hoyr, sum tað stormar har úti!
Her, her er friðfult og ljóst.

2. Tímarnir renna so kvikir,
skjótt er hon farin, tín tíð,
skjótt skal tín lívslampa sløkna,
enda tín gleði, títt stríð.

3. Hví vilt tú longur tá drála
har á tí villini leið?
Verðin bert svíkur títt hjarta,
hví søkir Harran tú ei!

4. Tá ið hitt skínandi portur
opnast ein dag uppi har,
hvat hevði tú ikki givið,
at tað fór upp fyri tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin