Kom syngið hart um Fámará

Britt Rasmussen
Orð: Britt Rasmussen
Lag: Tað var ein fagran summardag

Kom syngið hart um Fámará
ja, syngið bæði stór og smá.
Ein sang, sum hoyrist víða hvar
so skjótt tey fáa jaligt svar.

So einsamalt og oyði lá
tá parið hetta staðið sá.
So órøkt, rustað, brotið, bart
nei eingin hevði hetta vart.

Har herjað hevði mong ein ódn,
men ikki sást tú nakran Bjørn,
sum fjálgaði um henda blett,
nei alt har var av rustið reytt.

Í ár so mong burt goymt og gloymt
at festa aftur varð ei droymt.
Har rýmt var undan stóru skuld,
sum var út yvir okkum huld.

Men so ein dagin hendi tað
Johan og Rakul spent og glað,
tey sóu tað, sum ikki var
og móti hesum máli bar.

Men bjørnin hon sum lá í hi
nú vaknaði og rassast við.
Nei, hetta ber als ikki til
og forða hesum eg nú vil.

Ei ævintýrið liðugt er,
vit vóna at tit sigra her.
Og geva øðrum sama tjans
sum Rúna áðrenn hetta svans.

FavoriteLoadingGoym tekstin