Kom til himmals við mær

Orð og lag: MC-Hár

Bít meg, eg havi býtt teg væl
tú ert eitt putlispæl, sum aldri liggur, sum tað skal
so legg teg, sum eg legði teg í gjár
tú ert tankanna tekanna 2000 ár
so gev tær ikki far um kenslurnar hjá mær
sum leingist eftir tær her hjá mær
kom til himmals við mær
eg vil til himmals í tær
tú ert eitt rúmdarfar

Gev mær øl gev mær hassj gev mær amfetamin
eg flúgvi gjøgnum tokurnar og eri til grin

Legg teg her við leggin á mær
sum eg legði meg her hjá tær
et meg, eg eri kjøt og breyð
drekk meg drukna tostan í mær
eg segði drekk meg
tína dagligu mjólk
eg gevi lív eg gevi megi
og eg styrki mítt fólk
tí eingin sól er til
um Petur hann vil
og Petur hevur skil

Gev mær øl gev mær hassj gev mær amfetamin
eg flúgvi gjøgnum tokurnar og eri til grin

FavoriteLoadingGoym tekstin