Kom til Jesus, fá í lag

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Come to Jesus! Come away!

1. Kom til Jesus, fá í lag
at geva kalli hans títt ja,
hann á teg kallar nátt sum dag
– vælkomnan bjóðar tær.

2. Kom til Jesus, frítt tað er,
hann rópar teg: „Kom frelstur ver!“
Hann syndabyrði tína ber
– vælkomin verður tú.

3. Kom til Jesus, lít á hann,
frá kvølum hann tær bjarga kann,
á syndum hann jú sigur vann
– og vælkomin tú er.

4. Kom til Jesus. – „Ja, eg vil
nú honum altíð hoyra til.
Í ævir, ikki bert eitt bil
– vælkomin eri eg.“

FavoriteLoadingGoym tekstin