Kom til Jesus, særda hjarta

Orð: Hanus S. Hansen
Lag: Franskt fólkalag

1. Kom til Jesus, særda hjarta,
grætst tú um eitt vónleyst stríð.
Ikki sást tú dagin bjarta,
ikki gjørdist eydnan blíð.
Fast hann sló og særdi teg,
lógarinnar hamari;
mong í tali stríðið kenna,
vónleys eftir eydnu renna.

2. Ikki fanst tú sanna gleði,
fekst ei sannan sálarfrið,
um tú nýtti alla megi,
dugnaskap og vilja við.
Mannaverk alt dálkað er,
aldri nakran reinan ger,
tað av Gudi vrakað verður –
bloytir ei, men hjartað herðir.

3. Kristus kom, og alt við honum
gjørdist nýtt ein páskadag.
Aftanfyri dómur, deyði,
rættvísgering kom í lag.
Nú er frelsa rein og frí,
júst í dag er náðitíð.
Kom til hann, og tú skalt síggja
ljósið birtast – dagin nýggja!

4. Tá skal ljóða gleðisongur,
lov og tøkk úr tíni sál,
nú vár Harri, lívsins Kongur,
vísti tær á rætta mál,
kveikti ljós á dimmu nátt,
nú er sólskin, ljóst og gott,
vónin bjørt um mál at náa.
Harrin alla tøkk skal fáa.

FavoriteLoadingGoym tekstin