Eg kom til Jesus, troyttur, sjúkur við

Orð og lag: Margaret J. Harris
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg kom til Jesus, troyttur, sjúkur við,
hann hevur reinsað meg;
hann hevur reinsað meg;
hans kærleiki gav hjarta mínum frið,
hann hevur reinsað meg.

Niðurlag:
Hann hevur reinsað meg,
hann hevur reinsað meg
og heldur mær á sínum veg,
loysti mína skuldartyngdu sál,
hann hevur reinsað meg.

2. So tung tann byrði var, ið lá á mær,
hann hana tók á seg;
hann hana tók á seg;
og meg og mítt, alt ber hann nú á sær,
hann tók tað alt á seg.

3. Og eingin dómur er nú fyri meg,
tí Jesus dómin bar;
tí Jesus dómin bar;
ein fullan hjartafrið nú eigi eg,
tí Jesus dómin bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin