Kom til Jesus, tú bundna, tú fátæka sál

Orð: Fanny Crosby
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jesus will give you rest

1. Kom til Jesus, tú bundna, tú fátæka sál,
sorgtung og líðandi við!
Legg við Frelsarans fót tínar byrðar og alt!
Jesus vil geva tær frið.

Niðurlag: Frið, sælan frið, fullkomnan frið,
Jesus vil geva tær frið!
Tú sál, sum ei kennir til gleði ella hvíld:
Jesus vil geva tær frið!

2. Kom til Jesus, áh, kom! Her er náði til tín,
pínandi bróst fær her grið;
eina kom, sum tú ert, set títt álit á hann!
Jesus vil geva tær frið.

3. Kom til Jesus, áh, kom! Her krevst einki av tær,
Jesus tók skuldina við!
Og hans deyði á krossi er frælsisbræv títt –
Jesus vil geva tær frið.

4. Kom til Jesus, áh, kom! Millum lívið og teg
er bert eitt einasta stig;
og hvør stór enn tín synd og tín sorg vera má –
Jesus vil geva tær frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin