Kom til krossin, har er hvíld at finna

Týtt: Jákup Olsen

1. Kom til krossin, har er hvíld at finna
fyri hvørt eitt troytt og byrðað sinn!
Har, bert har tú syndina kanst vinna,
har, bert har kann fáast friðurin;
lat bert um teg ýla stormin villa!
Tað er lívd við krossins fót hjá tær;
lat bert syndabylgjur bróta illa!
Frið í blóðinum tín sál tó fær.

2. Tveimum harrum kanst tú ikki tæna,
eingin gyltur miðalvegur er;
verðin vil tín hjartafrið bert ræna,
Jesus eina til tín frelsu ber.
Legg teg í hans favn, so skalt tú kenna
trygd og hvíld og ró – halleluja!
Skunda tær tó til hans kross at renna –
himmalleiðin ber um Golgata!

3. Aldri heimsins toka teg skal villa,
altíð kanst tú stýra beina kós,
sjálvt á nátt tær ei skal gangast illa,
Harrin sjálvur vera skal títt ljós.
Lat á Klettin nú títt akker falla!
Streymurin ei tekur skip títt tá;
upp til Jesu bróst tú kanst tær halla,
liggja har hans eyma hjarta hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin