Kom til tín Frelsara, lít hann á

Orð: Carrie E. Breck
Lag 1: Joël Blomqvist
Lag 2: Frantz M. Davis
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Kom til din Frelser og stol på Hans navn

1. Kom til tín Frelsara, lít hann á!
Alt, ið tær tørvar, er hann.
Tá skal tín samvitska hvílu fá,
alt, ið tær tørvar, er hann.
Stíg nú á lyftini út í dag,
frelsa nú býðst tær, áh, svara ja,
trúgv, og títt hjarta skal sanna tað:
Alt, ið tær tørvar, er hann!

2. Syndini sigur vann Jesus av,
alt, ið tær tørvar, er hann;
frelsan er stór sum hitt víða hav,
alt, ið tær tørvar, er hann.
Kom til hann, trúgv á hann, sum tú er,
longur ei byrðina tungu ber,
tak móti frelsuni nú og her!
Alt, ið tær tørvar, er hann.

3. Sjálvur tú skilir ei tína neyð,
alt, ið tær tørvar, er hann;
hoyr bert Guds lyfti og lít á tey!
Alt, ið tær tørvar, er hann;
Jesus teg kallar, sig ikki nei!
Dømdur tú ert, um tú hoyrir ei,
ivast ei, vel nú ta góðu leið!
Alt, ið tær tørvar, er hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin