Kom tú ei við hevnd í hjarta

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2003.

Kom tú ei við hevnd í hjarta
Harrans halgidómi nær,
kanst tú ei úr huga harta
alla vreiði fjart frá tær,
á Guds vegi ei tú treði,
ásjón hans tú aldri sær.

Um tú onkran óvin hevur,
kom til sættis fyrst við hann,
áður enn tú Gudi gevur,
vinur ver við nábúgvan.
Mildur ver tú, semju sært tú,
tala so við frelsaran.

Meðan enn tú ert á vegi
øðrum við, tú semju fá.
Nærkast nátt á foldardegi,
hveitin sankast øgnum frá.
Styttist leiðin, renni reiðin
stríð í stóru heljargjá.

Jesus, vinur, vernd hin besta,
ver oss hjá, er bøn vár enn,
ást og trygd og trúgv lat festa,
takið tøk vit øll í senn.
Sátt í lívi – deyða blívi
loksins so við Gud og menn.