Komi eg til Jesus

Orð: Fanny Crosby
Lag 1: Hubert Platt Main
Lag 2: W.O. Gibb
Lag 3: Ókent tónaskald
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: If I come to Jesus

1. Komi eg til Jesus,
glaður verði eg;
nívist eg av sorgum,
uggar Jesus meg.

Niðurlag: Komi eg til Jesus,
gleðist sálin mín;
eymt og blítt hann kallar
børnini til sín.

2. Tá eg kom til Jesus,
Jesus frelsti meg,
Anda sín hann gav mær,
hjartað reinsaði.

3. Eg til Jesus fari,
leggi hond í hans;
trygt og væl hann leiðir
meg til Himmallands.

4. Har í hvítum klæðum,
millum børn so glað,
skal eg síggja Jesus
og hans kongastað.

FavoriteLoadingGoym tekstin