Komið, alt er til reiðar!

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Come, for all things are ready

1. Komið, alt er til reiðar! Búgvið brúdleypsborð er!
Hesa gjaldsleysu innbjóðing Jesus tær ber.
Hon er skrivað við skarlak úr tí reinsandi flóð,
ið kann sál tína tváa sum hin hvítasta snjó.

Niðurlag: Áh, hvør fylling í Kristi,
áh, hvør gleði og ró!
Er tín synd reyð sum purpur,
hon verður sum snjó!

2. Komið, alt er til reiðar! Tit, sum eru í neyð,
takið frelsunnar bikar, etið livandi breyð!
Komið fátæk og kryplar, komið lamin og blind,
tí hann býður júst tykkum, sum nívast av synd.

3. Kom, tí alt er til reiðar! Far í reint brúðarlín,
í ein snjóhvítan klædning, sum er gjørdur til tín.
Kristi rættvísibúni, Kristi reinleikaskrúð
er í stundini títt, um tú trýrt á hann nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin