Komið, børn, nú og hoyrið um Golgata kross

1. Komið, børn, nú og hoyrið um Golgata kross
og um hann, sum seg ofraði har,
hann, sum átti Guds Himmal, tað alfagra pláss,
men kom niður og synd vára bar!

2. Minnist, minnist ta náði, hann sýndi, tá har
hann hekk í tí djúpastu neyð,
minnist spjótið í síðu og krossin, hann bar,
minnist kvøl hans og pínu og deyð!

3. Áh, aldri var sorgin so beisk, sum tann dag,
tá hon nívdi hans hjarta og sál,
tá hin reini Guds Sonur í okkara stað
mátti tøma ta kvølfullu skál!

4. Fyri okkum, tey falnu, sítt lív har hann læt,
fyri okkum – so elskaði hann,
fyri okkum hann toldi tað spott og tað hat,
fyri okkum hans hjartablóð rann.

5. Kæru børn, sigið, leggja tit einki í tað,
at hans náði so undurfull var?
Tá hann kemur, áh, skulu tit tá verða glað
ella skelva? Áh, gevið nú svar!

FavoriteLoadingGoym tekstin