Komið, stór, og komið, smá

Lag: Leivur Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Komið, stór, og komið, smá,
øllum heimsins ringi á,
meðan náðin er at fá –
enn, enn er rúm!

Niðurlag:
Har er rúm fyri tær,
har er rúm fyri mær,
ja, fyri øllum rúm er –
frelsan er frí!

2. Kom, tú armi, frelsu vinn,
sælur verð í sál og sinn,
kom í brúdleypshúsið inn –
enn, enn er rúm!

3. Kom, úr bygd, og kom, úr stað,
inn um portrið far í dag!
Alt til reiðar, hoyrið tað –
enn, enn er rúm!

4. Vilsti sonur, hvør tú er,
kom nú aftur, frelstur verð,
hoyr nú orðið: Rúm er her –
enn, enn er rúm!

FavoriteLoadingGoym tekstin