Komið til Jesus, øll tit, sum stríða

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: F. Degen
Týtt: Victor Danielsen

1. Komið til Jesus, øll tit, sum stríða,
syrgjandi, troytt, á einsligum veg!
Mildur hann kallar øll tey, sum líða:
Komið til mín, og hvílu gevi eg!

Niðurlag:
Øld eftir øld so søtt hetta ljóðar,
boðar um vón á vónleysum veg,
søtasta orð til sálirnar móðar:
Komið til mín, og hvílu gevi eg!

2. Ber honum tað, sum tungt hvílir á tær,
sig frá tí sorg, sum tyngir títt bróst,
syndina, óttan, ivan legg frá tær,
kom, kom til hann, og hann skal gera ljóst!

3. Miss ei ein dag nú, skunda tær til hann,
áðrenn í vestri ljósið fer burt,
trúgv á hann nú, og frelsa teg vil hann,
grátandi eyga vil hann gera turt!

4. Komið til Jesus, Frelsaran eina,
sálir, tit treingja, treingja til hann!
Frelsa kann Jesus, Jesus aleina,
uttan hann sæla ikki finnast kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin