Komið, tosið um Jesus

Orð og lag: Herbert Buffum saman við øðrum
Týtt: Brynleif Hansen

Komið, tosið um Jesus,
sum Kongur konga er,
og navnið Harri harra allar ævir ber.
Hvør tann, sum trýr á hann,
skal liva, um hann doyr,
komið, tosið um Jesus, meir og meir.

Meir og meir eg ynski gera navn títt stórt,
meir og meir at siga, hvat tú hevur gjørt,
meir og meir tilbiðja teg sum Harra, Kong.
Ja, eg ynski tæna tær meir og meir.

FavoriteLoadingGoym tekstin