Komu á leið tína mótgongd og trongd

Orð: Milton Bourgeois og Árni Jacobsen (2. ørindi)
Lag: Milton Bourgeois
Týtt: Árni Jacobsen (1. og 3. ørindi)
Upprunaheiti: Rise and be healed

1. Komu á leið tína mótgongd og trongd,
gjørdi ivin tungan tín veg,
eyguni lyft, her er hjálpin til tín,
tað er Jesus – sum leið fyri teg.

Niðurlag: Reis teg og gakk fram í Jesusar navni,
set nú trygt títt álit á hann!
Reis teg og gakk fram í Jesusar navni,
hvønn ein spurning loysa hann kann!

2. Tykist so fjarskotin Himmalin tær,
hómast kámt bert ljósið, tú sá,
boygg teg við krossin, har Frelsarin hekk,
har av nýggjum tú treysti skalt fá.

3. Um tú í trúgv festir eygu á hann,
fram á leið hann leiðir hvørt stig.
Ákallan hjartans og bøn hoyrir hann,
og í sálina veitir hann frið.