Kongur lívs míns hann er

Jóhan við Neyst
Orð: Ida Lilliard Reed
Lag: J. Lincoln Hall
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: I belong to the King

1. Kongur lívs míns hann er,
sum meg elskar hvønn dag;
skjótt eg dvølji við hansara lið,
tí hann lyfti mær gav um hin glitrandi stað,
har Guds børn gleðast Konginum við.

Niðurlag: Kongur lívs míns hann er,
sum meg elskar hvønn dag;
allar ævir hann stendur mær nær.
Skjótt hann kallar meg heim
til hin himmalska stað.
Áh – at dvølja við hásætið har.

2. Kongur lívs míns hann er,
og hann elskar nú meg
við tí botnleysu náðini her.
Hon ótømandi er eftir ókendum veg,
og mín frelsa ósvitalig er.

3. Kongur lívs míns hann er!
Lyfti hans siga frá,
at tey frelstu brátt fara avstað
til hin himmalska stað og har Frelsaran sjá,
tá ið ferðin her endar ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin