Kongur míns lívs, eg krýni teg

Victor Danielsen
Orð: Jenny Evelyn Hussey
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Kongur míns lívs, eg krýni teg,
tú eigur æruna!
Minn, minn meg á tín tunga veg,
leið meg til Golgata!

Niðurlag: Minn, minn meg á Getsemane,
minn minn meg á tín tunga veg,
minn, minn meg á, tú elskar meg,
leið meg til Golgata!

2. Grøvina vís mær, har tú lá,
eymliga grátin um!
Einglar í hvítum sótu tá
hjá tær í svøvninum.

3. Um eg í myrkri gávur tá
beri sum Maria,
lat tína tómu grøv meg sjá,
leið meg til Golgata!

4. Gev, eg við gleði beri her
hvønn dag mín kross við tær,
skomm tína, hvussu beisk hon er,
tú, sum alt mítt bart har!

5. Fyll meg við trá at vinna tann,
sum saknar frelsuna!
Gævi, mín tunga heiløg brann,
segði frá Golgata!

FavoriteLoadingGoym tekstin