Konutátturin

Orð: Bergur Djurhuus
Lag: Havnarmarsjurin

Nú Føroyar eru hersettar og komnar upp í kríggj,
tað trýtur ei hjá kvinnunum við eingislkmanna fríggj.
Ja, allar gamlar gentur eru komnar upp í part,
tær halda, nú er hopið ljóst, sum ofta fyrr var svart.
tær halda, nú er hopið ljóst, sum ofta fyrr var svart.

Ja, glaðar vóru titturnar, tá troppaskipið kom,
tær troðkaðust á kaiini til uttastu trom,
so hjartaliga fagnaðu tann eingilskmannaflokk,
ja, nú er ei at drála, tí nú er mannfólk nokk.

Tað hevur síðan gingið til so ørt og so vilt,
sítt navn og sína æru tær flestu hava spilt;
soldátarnir teir brúka tær jú bert til tíðsfordrív
og virða tær ei meira enn eitt mýggjabitalív.

Tær rekast við soldátunum og kenna ei til skomm,
so skiftast tær um Jim, Jack, John og Tom,
og hvønn tær fáa fatur á tað líka mikið er,
ja, sjálvt um hann er giftur, tað ongan skaða ger.

Trúlovaðar gentur og giftar konur við,
alt fylkir seg saman í hetta øra lið,
og gongur ein í gøtunum, ein lítið annað sær
enn í øðrum hvørjum króki eitt eingilskmannapar.

Ja, soleiðis ganga nú tey flestu konufólk,
tær blindar seg geva í henda villa bólk,
ein skammplett tær seta á ta føgru Føroya tjóð,
í vitloysi tær blanda saman enskt og føroyskt blóð.

Ja, hugurin er góður, hann er av besta slag,
Gud viti hvat tær gera, tá teir nú fara avstað,
so einsamøll tá hvør soldátargenta gekk,
ja, tá var brúk fyri “Skálabonki”, men nú er hann vekk.

FavoriteLoadingGoym tekstin