Kópakonan

Sofus Hansen
Orð og lag: Sofus Hansen
Viðmerking: Yrktur 31. januar 2015.

Ein ódn nú reikar, á okkara landið,
so reyst hon stendur, ei er í vanda.
Mikladalur, er bygdin tann merkta,
ei aldur og brim, ei teg tað merkja.

Ein kópur komin, í látri har inn,
hamin hann leggur, ein vív so svinn.
Hann situr og nytur, tað vøkru sjón,
náttin hon kom, var hansara vón.

Mikladalur, ein húsmóður fín,
skríni hon tekur, ei verða skal tín.
Øldir ganga, og tosi so nógv,
hon hamin tekur, og loypur á sjógv.

Bert minnir eru, ein ímyndar sær,
í fjøru skal standa, myndin av tær.
Nú ódnir herja, tú vøkur og fín,
hvørt broti stóra, hon brúður í lín.

Ja Mikladalur, eitt merkist stað,
ein kópakona, ei fellur á knæ.
Í brim og brot, tú vísir hvønn dag,
hvørt ár tú stendur, til øll fólkaslag.

FavoriteLoadingGoym tekstin