Koyr á HB

Heri NolsøeEyðfinn Jensen
Orð: Heri Nolsøe og Eyðfinn Jensen
Lag: Eyðfinn Jensen

:: HB – koyr á HB
hey hey hey – koyr á HB. ::

Í dystum bresta saman,
í álvara og gaman,
brátt strálar sigursglæman.

Í luftini teir sveima
og bólt í málið beina,
skjótt sigurin er heima.

Og meskar vilja spreingjast,
vit eftir sigrum leingjast.

Í regn og vindi berjast,
tí støðan hon skal verjast,
mót’ málinum skal herjast.

:: Koyr á HB – koyr á HB
hey hey hey – koyr á HB. ::

HB er tað besta,
vit saman øll nú festa,
teir vinna fyri tað mesta.

Í hørðum dystum standa,
teir stríða seg úr vanda,
á sigurskós teir landa.

Og skotini tey smella,
í Gundadali gella.

Og taklingarnar hvína,
á HB ei tær rína,
skjótt heiðursmerki skína.

:: Koyr á HB – koyr á HB
hey hey hey – koyr á HB. ::

FavoriteLoadingGoym tekstin