Koyr alt tað gamla vekk

Orð: Axel Tórgarð
Lag: Studentakab.

Tað altíð sigst um føroyingar,
teir eru mentaðir –
tó einki móti tær og mær
teir gomlu royndust fyrr.
Ajú, teir dugdu skriftirnar
og lærdu kvæðini,
men lítið vistu teir um tað,
sum uggar teg og meg.

Koyr alt tað gamla vekk,
gev okkum Skipper Skræk,
Uge-revuen, Familie-journalen,
Tempo og Skipper Skræk.

Øll bløðini eg keypi, tí
har er mong søgan søgd,
um kjerligheit og fríggjarí
og ymisk ástarbrøgd.
Ádú, so fara tvey í song,
tað er so spennandi –
eg illa nokk kann bíða
eftir næsta nummari.

Ja, tí eri eg heilt vekk
í Tempo og Skipper Skræk,
Uge-revuen, Familie-journalen,
Tempo og Skipper Skræk.

Um Platon og um Sokrates
og gamla Demokrit
og so um Aristoteles
eg las, men tað gekk skitt.
Eg lærdi um: das Amt, das Bad
og “Parlez vous français?” –
Nei, gev mær Dansk-familieblad,
tað best er fyri meg.

Ja, Hjemmet og Skipper Skræk,
og Kaptajn Vom og Smæk,
Uge-revuen, Familie-journalen,
Tempo og Skipper Skræk.

Hjá okkum er tó altíð ein,
sum heldur seg ajour,
ja, Dimma, hon er ikki sein
at fjálga um mín kultur.
Ja, spyrt tú Richard Long frá mær,
so alt í lagi er.
D.D. og Óli Onghamar –
og gloym ei fjern og nær.

Ja, Larvas og Ferdinand,
Carlt og so Anders And,
Uge-revuen, Familie-journalen,
Tempo og Skipper Skræk.

FavoriteLoadingGoym tekstin