Koyr okkurt í mína hosu

Orð: Elis Poulsen
Lag: Johnny Marks

1. Koyr okkurt í mína hosu
góði jólamaðurin.
Tá ið eg liggi og sovi,
eg droymi at tú kemur inn.

2. Góði tú má ei gloyma,
hosan hongur her hjá mær,
beiggi mín ætlar at royna
at vita, um hann eisini fær.

Niðurlag: Jólamenn vit geva bert,
um tit eru góð,
mammu tit skulu akta væl
og vera so glað og fró og góð

3. Gev okkum okkurt smáting
góði jólamaðurin
við øllum klokkum tá ring,
so at tú tá sleppur inn

4. Hoyr góði jólamaður
hví hevur tú so stórt hvítt skegg
í reyðum klæðum glaður
og góðum børnum gevur nógv.

5. Gloym ikki lítla bróður
hann svevur inni her hjá mær,
lítil hann er og góður
lítla hosu her tú sær

FavoriteLoadingGoym tekstin