Koyra, koyra

Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

Koyra, koyra, koyra í bili,
koyra, koyra, koyra við góðum skili,
beltini vit spenna, hjólini tey renna,
øll inni kunnu flenna, tí tey koyra trygt í bili.

Tey vit møta fáa eitt smíl,
vinir heilsa mær
bilurin svimur sum eitt síl,
tí trygdin hon er nær.

Beltið spenna fast í lás,
bæði stór og smá,
bilsetur til lítla upp á,
systur situr pútu á.

Regnið viska vit burt,
viska so alt verður turt,
regnið viska vit burt,
viska so alt verður turt.

FavoriteLoadingGoym tekstin