Koyrið á mínir landsmenn

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur 5. august 2011 og gjørdist nummar 2 í sangskrivarakapping hjá FSF.

Kom fylgist – mínir vinir,
vit fara øll avstað,
vit stuðla okkar’ landi
og syngja okkar’ lag.
Nú ljóshavið er tendrað
og fullsett er um vøll,
og tjóðsangurin rungar
og rætt vit standa øll.

Koyrið á mínir landsmenn,
Koyr á Føroyar – koyrið á,
vit eiga hendan dagin
koyr á – koyr á.

Her Merkið vakurt bleiktrar,
og rópini so hvøll,
í viðráki vit gleðast,
tað suðar kring um vøll.
Tit stríðast gjøgnum dystin,
tit strúka skjótt avstað,
tit stremba kring um vøllin,
tit kempa hendan dag.

Koyrið á mínir landsmenn,
Koyr á Føroyar – koyrið á,
vit eiga hendan dagin,
koyr á – koyr á.

Vit leika í Europa,
vit vitja býir kring,
vit stuðla tað vit megna,
kom við avstað og syng.
Tit vísa hvat tit duga,
og sveittin spríkir fram,
við Føroyum fremst í huga,
tit stríðast dyst á tamb.

Koyrið á mínir landsmenn…
Koyr á Føroyar – koyrið á
vit eiga hendan dagin
koyr á – koyr á.

Koyrið á mínir landsmenn…

FavoriteLoadingGoym tekstin