Krákukvæði

Orð: Poul F. Joensen
Lag 1: Stígum fast á várt gólv
Lag 2: Påskeklokken kimed mildt
Viðmerking: Vígt heimkomu Fischer Heinesens.

1. Hundaliðið vendi heim,
danir bóru sorg,
ilt var á at herja,
tá kappar vardu borg.

Niðurlag: Klakksvíksfólk fagnar tær,
Fischer Heinesen.
Søgan skal teg goyma
millum merkismenn.

2. Løgdu saman svikarráð
grammir stjórnarmenn
um við snildum tøla
og vinna klakksvíksmenn.

3. Bóru blíðir uppskot fram,
semju, brøðralag,
klakksvíkingar litu
á Kampmanns vinarlag.

4. Kappar løgdu vápn frá sær,
valdu friðarleið;
landsins oddafiskar
brátt svíktu orð og eið.

5. Ikki var at undrast á,
kappar vístu tenn:
svíkjarar á hondum
tá tóku klakksvíksmenn.

6. Kravdu hildna sáttargerð.
Landsstjórn bliknaði;
neyðarróp tá hoyrdust
úr Føroyum langan veg.

7. Kampmann helt á loftið upp,
»Krákan« aftaná.
Nýhavnsliðið legði
við hundum landi frá.

8. Varligt mátti fram,
krógva úlvatenn,
so á kattabóli
at taka klakksvíksmenn.

9. Úlvurin í roði kom,
blíð var skon at sjá,
inntil krákuskipið
við klakksvíksbryggju lá.

10. Tusti so á landið upp
grefligt nýhavnslið,
blóðhundar og kristnir
teir nýttu sama sið.

11. Vápnaleysir klakksvíksmenn
toldu neyð og sorg,
svikalist var eydna,
tí eingin vardi borg.

12. Gloymt teir høvdu Hitlers hond,
men hin fransaskikk
úr Algier-Marokko
teir dugdu pá ein prikk.

13. Nýhavnsgarpar knokkroyttu,
bardu børn og sprund,
lamdu barnakonur
á fríu Føroya grund.

14. Tryggur eingin, dag sum nátt,
kundi vera tá,
blóðhundar so kátir
í Klakksvík áttu ráð.

15. Myrkastova Tinganes
fylt við kappum varð.
Fischer hann varð settur
sum syndabukkur har.

16. Danir sýndu lyndi ilt,
undraðist øll verð.
Aldri slættast skommin
av hesi heljargerð!

17. Myrkrið lætti, Fischer, ver
nú vælkomin heim,
tú bart tyngstu byrði,
men nú vit halda gleim.

18. Fylkjast vit, tú merkið ber;
nærkast hevndarstund,
valdralið skal stevna
á val sum vápnafund.

19. Fyrr skal blóðið farga jørð,
Klakksvík øll í brand,
enn at villmenn aftur
her seta fót á land!

Niðurlag: Klakksvíksfólk fagnar tær,
Fischer Heinesen.
Søgan skal teg goyma
millum merkismenn.

FavoriteLoadingGoym tekstin