Krígspensionisturin

Lag: Kalle Katt

Tíðin rennur grána hár og kvirt er undir lon
síðar hanga rukkurnar á míni gomlu skon
knøini tey eru veik og brendar eru tenn
men annars riggar kroppurin so nøkulunda enn.

Ryggurin er hoyknaður og hovin stóratá
eg datt um einar tuflur og økslin hon er blá
eg taki tríggjar panodil og svølgi tær í senn
men annars riggar kroppurin so nøkulunda enn.

Ein dagin mitt á gólvinum eg fekk eitt heksaskot
so stríddist delluklíparin hvønn dag við sveittabrot
hann segði víst eg aftur skuldi teljast millum menn
men annars riggar kroppurin so nøkulunda enn.

Eg var hjá kiropraktori ein geiðsla fekk eg beint
migrenan er so tolulig men gø í hond er meint
í gjár eg trekti fýra rotnar jakslar út í senn
men annars riggar kroppurin so nøkulunda enn.

Ein morgun árla eg fór fram og dróg mær brók á lær
eg vildi illa pissa út á W C leiðin bar
ein skelk eg fekk eg gleið á eini sápu tað-veit-denn
men annars riggar kroppurin so nøkulunda enn.

Eitt kvøldið eg fór út ein túr men gloymdi endurskin
tað seinasta eg minnist er eitt ljós og bremsukvin
nú liggi eg á átta millum aðrar brotnar menn
men annars riggar kroppurin so nøkulunda enn.

Tað er ringt at vera gamal nú kríggið liðugt er
eg sigldi mangan brattan millum minur, ódn og sker
teir lovaðu mær kríggspensión eg sigi ríð og renn
á mína bók er ikki nakað oyra komið enn.

HJP

FavoriteLoadingGoym tekstin