Kring Harrans himnatrónu stendur skrýtt hitt frelsta lið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Annie Munch
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1990.

1. Kring Harrans himnatrónu stendur skrýtt hitt frelsta lið
av øllum tjóðum, fólkasløgum, tungumálum við.
Tey syngja: “Halgur, halgur, halgur er vár Harri, Gud!”

2. Og øll tey bera búnan tann, ið skínur eins og mjøll,
tí alt má vera lýtaleyst í himna halgu høll.
Tey syngja. “Halgur, halgur, halgur er vár Harri, Gud!”

3. Hvør er tó hesin skari tann, ið syngur sigursljóð:
Jú, tey, ið Jesus keypti leys við sínum dýra blóð´.
Tey syngja: “Halgur, halgur, halgur er vár Harri, Gud!”

4. Kring Harrans trónu savnast øll í himins mikla her
lovsyngjandi um ævir hátt, at Gud vár góður er!
Tey syngja: “Halgur, halgur, halgur er vár Harri, Gud!”