Krist, lambið Guðs, tær heiður ver

Orð: E. Perronet
Týtt: Salomon J. Joensen

Krist, lambið Guðs, tær heiður ver’!
Guðs einglar syngið hátt
og honum kongakrúnu ber’!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.

Tú vitnaherur, sum so balt
í deyða sigur vanst,
við Harrans trónu standa skalt!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.

Tú Ísrael av Isai rót,
tín runnur rann við sól,
hann monnum frelsu beyð til bót.
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.

Tú barnaskari hans úr verð,
á krossi loystur út,
í himni honum lov nú ber!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.

Úr øllum ættum hvør ein tjóð,
sum Jesus fevndi her,
nú hevji upp eitt takkarljóð!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason.

FavoriteLoadingGoym tekstin