Krist reis upp frá deyða

Nikolaj Frederik Severin Grundtvig border=
Orð: Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
Lag: Klug
Týtt: Gudmund Bruun
Viðmerking: Upprunaliga týskur sálmur úr 12. øld.

1. Krist reis upp frá deyða
á páskamorgni reyða.
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

2. Krist reis upp við veldi,
hann synd og deyða feldi.
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

3. Krist reis upp við heiður,
til himna hann oss leiðir.
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

4. Halleluja! Halleluja! Halleluja!
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

FavoriteLoadingGoym tekstin