Kristi hermenn, síggið Merkið

Orð: Philip P. Bliss
Týtt: Emil Joensen

1. Kristi hermenn, síggið Merkið
veittrar hátt mót ský;
hjálpin nærkast, sigur vunnin
næsta morgun ný!

Niðurlag: Verjið skansan! – brátt Eg komi,
boðar Jesus Krist!
Syngið Honum svarið aftur:
Guð vær viljum vist!

2. Myrkurs dráttur herlið førir
fram at inna stríð;
sterkir menn á váli falla,
sakna vit teir tí.

3. Hyggið, Merkið fríða blaktrar,
hoyrið lúðraljóð!
Vit í Harrans Navni treystir
vinna heljartjóð.

4. Megið stríð kring okkum stendur,
men vár Drottur Krist
brátt er nær við hjálp og megi,
vinir, mót og treyst!