Kristi krossur er mín heiður

John BowringJohn Bacchus DykesVictor Danielsen
Orð: John Bowring
Lag 1: Christian Friedrich Witt
Lag 2: John Bacchus Dykes
Lag 3: E.F. Abbott
Lag 4: Ithamar Conkey
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: In the cross of Christ I glory

1. Kristi krossur er mín heiður,
lyftir upp um heimin meg;
øll tann dýrd, ið Skriftin eigur,
savnast, Harri mín, um teg!

2. Tá ið alt meg hevur svikið,
ræðsla, myrkur, neyð er nær,
krossurin er enn nóg mikið,
friður, gleði lýsa har.

3. Og um eydnusólin bjarta
skínur á mín lívsveg her,
sannar tó mín sál, mítt hjarta:
Krossins signing størri er.

4. Ljós og myrkur, stríð og friður –
Kristi krossur halgar tað,
haðan dalar hvílan niður
nú og allan lívsins dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin