Kristi ríka, milda sinni

Orð: Katie Barclay Wilkinson
Lag: Arthur C. Barham-Gould
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: May the mind of Christ my Saviour

1. Kristi ríka, milda sinni
hvønn dag mær í hjarta ver.
Leiði tað í dagsins yrki
orð og hvørja gerð.

2. Orð Guds mær í hjarta búgvi
ríkliga frá stund til stund,
so tað sæst, at hús mítt grundað
er á hellugrund.

3. Friður Guds í øllum lutum
eigi ræðið fult á mær,
so eg sorgarbundnum sálum
beri troyst frá tær.

4. Jesu kærleiki meg fylli,
streymi eins og vatn í á.
Eg skal minka, hann skal vaksa,
fremst av øllum stá.

5. Skeiðið, mær er sett, eg renni,
málið lýsi fyri stavn.
Hyggjandi á Jesus eina
trygt eg nái havn.

6. Gævi eg í lívi mínum
átti yndi Krists í mær,
so at hvør, ið á meg hyggur,
hann at síggja fær!