Kristi stríðsmenn, gyrðið tykkum

Orð: Justus Falkner
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kristi stríðsmenn, gyrðið tykkum!
Tú, Guðs fólk, á, statt á vakt!
Fíggindin til stríð seg brynjar,
herjar á við snildi, makt.
Ein og hvør drag nú svørð, heljarherlið hótta jørð.

2. Fylgið hinum Himnadrotti,
lítið á Hans sterka arm.
Satan allar snildir nýtir,
goysir frá sær øði, harm.
Kraft oss ber, við oss er, Hann, sum verja kann Sín her.

3. Merki Krists av blóði litað
gevur kraft, tá trýtur treyst;
sigurstekin á tí ritað,
ger eitt lúgvað herlið reyst.
Eitthvørt mein, á tær rein, ger at sál gerst sterk og rein.

4. Tey, sum undan okkum fóru,
stríddu trúarinnar stríð,
lítandi á blóðið eina,
standa nú Guðs Himli í.
skalt tú tá víkja frá, meðan fjøldin farast má?

5. Mangur tráan í sær hevur,
tó hon er í fjøtrum føst.
Hann, ið Guði ei seg gevur,
finnur ikki frið í bróst.
Legg í bond holdsins ond, tak tær Andans svørð í hond!

6. Upp í Jesu Navn at stríða,
kasta óttan fyri borð!
Hvør um ennið ásýnt bindi
vitnisburðsins fasta Orð!
Hvussu fer, sannað er, Orðið ævigt standa fer.

7. Um vit smakka skulu deyðan,
og várt hold skal síggja rot,
tó Hin Stóra Páskamorgun
rísa vit sum vársins lot.
Fyri tann, frelsu fann, Jesus deyðan yvirvann.

8. Tá skal herlið Harrans savnast,
til Hans Trúnu finna veg;
Lívsins krúnu, ljósins klæði,
har í dýrd tey klæða seg
sigursæl, hørpuspæl fyllir dýran Himnasal.