Kristin Háberg doyr

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

Nú, Kristin, Kristin Háberg, eg meini, lágt tú liggur –
í ørviti, við stillum eygum beint í loft tú hyggur.
Í munnklovanum, gamli mín – har situr storkin sveiti,
men tú veitst einki, tú sært bara skógarnar á Haiti.

Tú sært ta bjørtu tropusól »hitt stilla havið« roða
og sveipa brand og koparlit um bergið Mauna Loa,
sært Yangtsekiang og Saluen í summardreymi brosa,
har eystanfyri liggur hon, hin vakra oyggj Formosa.

Tú sært Shanghai, tú sært Bombay, og við Port Said tú flaggar,
har maður úr Arabiu sær at Kairo raggar,
og summarlýðka, stjørnuglæma eru tínir vinir. –
Brátt í Messina ankrar tú og etur appilsinir.

Tú siglir til Brasiliu og Hornið aftur rundar,
har brýtur illa, mangt eitt skip er farið har til grundar.
Men tú, tú kennir leiðina, tú hevur ongan vanda –
og royndir menn og djarvir menn, teir ganga tær til handa.

Og Kristin, Kristin Háberg – brátt brýtur deyðans bylgja,
her mást tú sigla einsamallur – her kann eingin fylgja.
Á tropunátt í bláum lofti blankar stjørnur glógva,
og millum pálmaklæddar oyggjar – har er gott at rógva.

FavoriteLoadingGoym tekstin