Kristin Háberg fer til himmals

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

Hey, endarnar spleysið og seglini heysið,
nú lýsir av himni og verð,
og aldurnar kvøða – og ættirnar røða
um Háberg og hansara ferð.

Bjart mureldur logar – og streingir og boðar
teir slætna, har eg haldi leið.
Væl rákið eg kenni – og glitra tey spenni
sum gull nú á mínari skeið.

Várharra hann sigur: Nú verði tað friður,
tí nú siglir Háberg í havn,
og Pætur hann tigur – og toyggir seg niður,
og tekur hann knørr mín um stavn.

Hoyr, einglarnir kvøða og halgir menn røða:
»Vælkomin á himinsins strond.«
Well – akkerið fellur – har hoyrist ein smellur,
so skelva øll veraldar lond.

Eg heilsi Várharra – og fremst millum teirra,
sum rundaðu Hornið og Kapp,
har sessar seg Háberg – har gloymir hann Láberg,
tí væl inn um Bláberg hann slapp.

FavoriteLoadingGoym tekstin